VIT
Trygdartøkni er ein fyritøka við stórari fagligari vitan innan trygdarøkið.
Okkara serkunnleiki er at veita ráðgeving og heildarloysnir innan elektroniska- og mekaniska trygd, herundir sølu, uppsetan og viðlíkahald av vakmyndatólum, alarmskipanum og elektroniskum lásaskipanum.
Okkara starvsfólk hava viðkomandi útbúgvingar og meir enn 15 ár við royndum innan trygdarøkið.
Vit samstarva við fremstu veitararnar á økinum innan trygd og trygdarútgerð.
Allir okkara alarmar ganga inn til ein statsgóðkendan alarmsentral í Danmark, ið tekur sær av yvirvaking av alarmum og vakmyndum. Hetta fyri at veita bestu trygd og tænastu á økinum til okkara kundar.
Umframt hesar trygdartænastur hevur FO Ráðið, ið er tilhoyrandi/undirliggjandi UVMR, tillutað Trygdartøkni dagligu umsitingina av .fo økisnøvnum. .fo landaøkið, sum eisini nevnist ccTLD ("Country Code Top Level Domain), er tann parturin av økisnøvnum á internetinum, ið ICANN (Internet Corporation for Assigned Names and Numbers) hevur tillutað Føroyum nýtslurætt til.
STARVSFÓLK

Símun Heinesen
Tøkningur
SAMBAND
Trygdartøkni
Skansavegur 1
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Email: info@trygdartokni.fo
Phone +298 550055
V-tal 619353
Send okkum ein fyrispurning.