Hevur tú sans fyri tøkni og ert klár/ur at seta ferð á gerandisdagin?
Vegna vaksandi virksemi leitar Trygdartøkni eftir tveimum tøkningum at gerast partur av okkara toymi.
Starvið er bæði sjálvstøðugt og fjølbroytt, og hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar og spennandi uppgávur kring alt landið.
Tú kemur at arbeiða við nútímans trygdartøkni, eitt nú vakmyndatólum, alarmskipanum og elektroniskum lásaskipanum.
Vit bjóða tær:
-
Ein gerandisdag við ymiskum uppgávum, frælsi og ábyrgd
-
Góða upplæring og møguleika at læra nýtt
-
Eitt gott arbeiðspláss, har vit leggja dent á samanhald og trivnað
-
Møguleika at vera við til at menna eina fyritøku í støðugum vøkstri
-
Løn sambært avtalu
Vit vænta, at tú:
-
Hevur áhuga fyri tøkni og dámar at loysa praktiskar uppgávur
-
Hevur grundleggjandi teldukunnleika
-
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
-
Ert fyrikomandi og nærløgd/nærlagdur
-
Hevur koyrikort til persónbil
-
Hevur reina revsiváttan
Tað er ein fyrimunur, um tú ert útbúgvin elektrikari ella hevur aðra handverksliga útbúgving, men tað er ikki ein treyt. Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at tú hevur áhuga, áræði og hug at læra.
👉 Kundi hetta verið nakað fyri teg?
Send okkum eina umsókn á tt@tt.fo, ella skriva okkum eini stutt boð i oyðublaðnum niðanfyri.
Vilt tú hoyra meir um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jógvan Høgnesen á tel. 550055 ella tt@tt.fo
Freistin at søkja starvið er 16. oktober.
Kom við í toymið hjá okkum!

SAMBAND
Trygdartøkni
Tinghúsvegur 59
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Email: info@trygdartokni.fo
Phone +298 550055
V-tal 619353
Send okkum ein fyrispurning.
.png)
