Trygdartøkni 2019

  • Facebook - White Circle
  • LinkedIn - White Circle
  • Instagram - White Circle
 

Vinna

Ein elektronisk lásaskipan gevur tær stýring á, hvør er hvar og nær. 

 

Elektroniska lásaskipanin er sera væl hóskandi, har brúk er fyri betri trygd, lættari umsiting og neyvari stýring.

 

Lásakipanin minkar um útreiðslur í sambandi við burturmistar lyklar og útskiftan av mekaniskum lásum. Hetta við at burturmisti elektroniski lykilin lættliga verður strikaður úr skipanini. 

 

Tað kann altíð staðfestast, hvør hevur verið á staðnum, um nakað óregluligt er farið fram. Hetta við at skipanin skrásetur allar hendingar í einum loggi.

Skipanirnar ið vit umboða eru frá Dormakaba og fáast hesar bæði sum online, offline ella sum samansett av báðum. Lás og lesara fáast í ymiskum sniðum og kunnu setast á flest allar hurðar.


Skipanirnar eru sera brúkarvinarligar, so tú kanst upprætta ein nýggjan lykil skjótt og einfalt. Við eini online skipan kanst tú stýra lásinum umvegis app.

Set teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri um elektronsika lásaskipan. 

 

PRIVAT

MobileKey

MobileKey er ein sera væl hóskandi lásaskipan til heim, summarhús ella íbúðarhús. Til ber at opna lásið við fjarstýring, kotutastatur ella frá snildtelefon.
 

Eisini ber til at opna lás frá snildtelefon, teldu ella teldli, umvegis internetið. Til ber at síggja um lásið er opið ella læst. 

Um tú leigar títt summarhús út umvegis t.d. Airbnb, so ber til at senda ein elektroniskan lykil við teldupost til leigaran. 


Við hesum kann leigarin sleppa inn í summarhúsið, bert við at brúka sína snildtelefon. Tú ásetur tíðina nær og hvussu leingið lykilin hjá leigaranum skal rigga. 

Hevur leigarin ikki snildtelefon, so ber til at hava eitt tastatur við hurðina, soleiðis at leigarin altíð kann sleppa inn, hetta bert við at tøppa kotuna inn, ið tú hevur upplýst honum. 

 

Hotel skipan

Trygdartøkni umboðar dormakaba, ið er ein av fremstu veitarum í heiminum innan elektronisk lás og stýriskipanir til hotel. 

Umfarmt lás og stýriskipanir veita vit eisini pengaskáp til kømur, hurða automatik, herundir karusell hurðar til móttøku, hurðapumpur osv.

Dormakaba lodging