top of page

VAKMYNDATÓL

Ynskir tu at fyribyrgja stuldri, herverki, skaðum ella at tryggja tíni starvsfólk, fyritøku ella stovn?

Vit selja, seta upp og viðlíkahalda vakmyndatól og vakskipanir. 

Upptøkur frá vakmyndatólum kunna geva skjalprógvan, um nakað óreguligt er fariðfram. Vakmyndatólini fáast við sera høgari myndagóðsku og kunna myndirnar eisini síggjast í myrkri.

 

Ein vakskipan kann goyma upptøkurnar í eitt styttri ella longri tíðarskeið. Vanliga verður loyvið givið frá Dátueftirlitinum til at goyma upptøkurnar í 14 dagar, áðrenn hesar vera strikaðar, sjálvirkandi.

Set teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri um vakmyndatól. 

Vakmyndatól

VevMYNDATÓL

Ynskja tit fleiri vitjandi inn á tykkara heimasíðu, ella bert at veita eina betri tænastu? 

Vit selja, seta upp og viðlíkahalda vevmyndatól. 

 

Við einum vevmyndatólið kanst tú stroyma myndir beinleiðis inn til tína heimasíðu. Vevmyndatólini frá okkum hava eina høga myndagóðsku og eru tey eisini sera væl hóskandi til Føroyska veðurlagið. 

kvivarin-2.jpg
Vevmyndatól

Forvirkin trygd

Vit kunna yvirvakja myndir frá vakmyndatólum á byggiplássum, arbeiðsøkjum, havnum o.ø. 24 tímar um døgnið, 365 dagar um árið.

 

Fer nakað illgrunasamt fram, fært tú boð beinavegin, ella vit senda ein trygdarvørð á staðið at kanna eftir. 

 

Eisini ber til at seta hátalara upp, har vakmyndatólini eru, soleiðis at um onkur óviðkomandi gestur kemur inn á økið, so rópa vit á viðkomandi umvegis skipanina og biða vit viðkomandi um at fara av økinum beinavegin.

Forvirkin trygd
bottom of page