Trygdartøkni 2019

  • Facebook - White Circle
  • LinkedIn - White Circle
  • Instagram - White Circle
 

Vinna

Vit selja, seta upp og hava eftirlit av alarmskipanum.   

 

Ein alarmskipan kann vera við til at tryggja tína fyritøku, stovn ella handil ímóti innbroti, eldsbruna, vatnskaðum, gaslekum o.ø. ​

 

Umframt hetta ber eisini til at tengja tøkniligar følarar at alarmskipanini, soleiðis at skipanin gevur boð frá sær um t.d. oljufýringin slóknar, tøknirúmi ella frystigoymslan blívur ov heit, ja, her er bara hugflogið, ið kann avmarkað skipanina.

 

Boðini koma inn til okkara Alarmsentral.

Alarmsentralurin

Á Alarmsentralinum síggja vit júst, hvør følari er farin í gongd, og hvat slag av alarm talan er um. Allar hendirngar vera skrásettar í einum loggi. 
 
Okkara starvsfólk ringja beinleiðis til tín, ella vit senda ein trygdarvørð á staðið at kanna eftir, at alt er í lagið. Alt hetta eftir nærri avtalu. 
 
Til ber at stýra skipanini umvegis app, kannað logg, fáa sms boð ella teldupost í sambandi við alarmar og til/frá setan av alarmskipanini.  
 

Privat

Ynskir tú at tryggja tíni kæru, heim ella virðir móti eldsbruna, gassleka, vatnskaða ella innbroti, so kunna vit veita tær eina tráðleysa alarmskipan.

Skipanin virkar á tann hátt, at tráðleysir varnarar verða uppsettir í húsinum og hava hesir samband við eina alarmtalvu.

 

Um ein varnari fer í gongd, sendur alarmtalvan ein alarm til appina, ið tú hevur á tíni telefon. Her sært tú, júst hvør varnari er farin í gongd og hvar í húsinum hann er. Til ber eisini at fáa sms ella talu boð í samband við alarmar, umfarmt at alarmskipanin kann senda boð til okkara alarmsentral.

Eisini kunna tráðleysar eindir til at stýra ljós o.ø. í húsinum knýtast til skipanina og vera hesar stýrdar umvegis appina.