NÝGGI BÁTAALARMURIN
GEVUR BÁTAFÓLKIÐ FRIÐ Í SINNIÐ
TRYGGJA TÍN BÁT
ALARMURIN
Alarmurin er ein høvuðseind við nógvum følarum, ið kunnu knýtast til eftir tørvi. Eisini kunna verandi tráðførdir følarar brúkast til alarmin.
PRÍSIR OG HALD
Les meira um prísir og hald á trygdartøkni.fo, ella ring til okkara á tel. 55 00 55.
ÁVARINGAR
Við bátaalarminum fært tú ávaring, um merkisverdar broytingar eru umborð á bátinum. Umframt boð á appini, kanst tú eisini velja at fáa boð sum SMS ella teldupost.
KJØLÁVARING
Tá vit hava monterað tráðleysu kjøl- ávaringina, fært tú boð, um sjógvurin fer upp um títt ásetta mark.
BATTARÍSTØÐA
Hav eyguni við streymnýtslu og battarístøðu. Tú fært eina ávaring, um battarínum manglar streym. Við hesum hevur tú altíð streym á battarínum og kanst fara út við bátinum.
INNBROTSÁVARING
Innbrotsávaringin sigur tær frá, um onkur fer umborð. Eisini kunnu følarar setast á hurðar og lúkur, um hesar hava tørv á eyka ansing.
LANDSTREYMUR
Landstreymsfølarin heldur eyga við, um land- streymur er settur til. Tú fært boð, um báturin missir sambandið við landstreymin, so báturin ikki brúkar battaríið óneyðugt.
HITAFØLARI
Set tráðleysa hitamátaran í kahúttuna, maskinrúmið ella kølirúmið, so gevur appin tær boð, um rúmið er ov heitt ella ov kalt.
LENSIPUMPA
Tráðleysi lensipumpumátarin heldur eyga við nýtslutíð, og gevur tær yvirlit yvir dagligu nýtsluna. Tú fært eina ávaring, um lensipumpan koyrir longri enn ásettu tíðina.